Tað var Bingerð Hjalmarsdóttir, sum fekk fulla plátu í Gekkaspælinum í kvøld og slapp ígjøgnum. Samlaði Gekka-vinningurin var á 1,2 miljónir krónur.
Eins og onnur, sum eru sloppin ígjøgnum í seinasta spælinum undanfarnu fríggjakvøld, nú gekkaupphæddin hevur verið rímiliga stór, valdi Bingerð Hjalmarsdóttir eisini at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar.
Og hetta kundi ikki gingið betri. Longu í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á gula leypinum, og við hesum var Bingerð Hjalmarsdóttir, ið arbeiðir sum heilsurøktari á sambýli, vorðin 400.000 skattafríar krónur ríkari.
Hon var til arbeiðis, tá vinningurin fall henni í lut og sum skiltist, sótu fleiri kvinnur saman og spældu Gekk á sambýlinum í kvøld, og tær fegnaðust saman við nýggjasta gekka-vinnaranum.
Høvuðsvinningurin í Gekkinum næsta fríggjakvøld verður 900.000 krónur.