Kanningar hjá svensku løgregluni snúðu seg eitt nú um illgruna um eina neyðtøku á einum hotelli í svenska høvuðsstaðnum, Stokkhólmi, í oktober.
Svenska løgregla sigur, at tað er ein persónur, sum hevur verið kannaður, og her vóru rímiliga góðar orsøkir til illgruna um neyðtøku.
- Men, mín meting er, at prógvini eru ikki nóg góð til at fara víðari við málinum, og tí er málið slept, sigur Marina Chirakova, sum hevur staðið fyri kanningararbeiðnum hjá svenska ákæruvaldinum.
Fótbóltsstjórnan Kylian Mbappé var í Stokkhólmi og helt frí, tá svenskir miðlar fóru at skriva um, at hann var undir illgruna í einum neyðtøkumáli.
Svenska løgreglan hevur tó ongantíð sagt alment, hvønn tey kannaðu í hesum máli, og farna vikuskiftið úttalaði Kylian Mbappé seg fyrstu ferð um skuldseingina og segði, at hann einki hevur verið hetta mál at gera.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.
Lesið - https://www.in.fo/news-detail/mbappe-er-komin-raettiligt-i-illvedur