Fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, sigur, at hann ongantíð legði til rættist at fara til Russlands, og hann heldur upp á, at hann var í høvuðsstaðnum í Sýria, Damaskus, fram til næst seinasta sunnumorgun.
Eftir at hann varð rikin frá valdinum, sum hann og pápi hansara hava tiltuskað sær í Sýria í meira enn eina hálva øld, sigur hann nú í síni fyrstu útsøgn, at Sýria aftur fer at gerast frælst og óheft.
Sambært Verdens Gang er tað sýriska tíðindastovan, Syrian Arab News Agency, sum hevur lagt hesi boð hjá frákoyrda forsetanum út á Telegram.
Í boðunum sigur Bashar al-Assad, at hann ongantíð legði til rættis at fara úr Damaskus og Sýria, og hann leggur aftrat, at hann fór úr landnum í evstu løtu, sum hann tekur til.
- Eg var í Damaskus og gjørdi mínar skyldur fram til næst seinasta sunnumorgun. Meðan yvirgangsfólk lupu á Damaskus, fór eg til Latakia við hjálp frá okkara russisku sameindu, sigur hann.
Vit kunnu leggja aftrat, at Latakia er ein býur í Sýria, og tíðindastovan NTB veit at siga, at sýriski einaræðisharrin nú er í Moskva, har hann hevur fingið politiskt friðskjól.