Iranska sendistovan í høvuðsstaðnum í Sýria, Damaskus, varð í morgun álopin av uppreistrarmonnum.
Tað vísa myndir frá einari iranskari sjónvarpsstøð, sambært tíðindastovuni Reuters.
Iran hevur higartil verið ein av týdningarmestu sameindu hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, sum uppreistrarmenninir siga er feldur.
Ógreitt er, um nakar fekk skaða.
Iran fór longu fríggjadagin undir at flyta síni starvsfólk av sendistovuni og aðrastaðni úr Sýria.
Samstundis sum tíðindini um, at sendistovan hjá Iran er álopin, eru starvsfólkini á sendistovuni hjá Irak í Damaskus farin úr sýriska høvuðsstaðnum.
Irakisku diplomatarnir eru farnir til Libanon, sigur ein kelda úr uttanríkisráðnum í Irak við tíðindastovuna AFP.
Tilsamans eru tíggju starvsfólk hjá irakisku sendistovuni komin til libanesiska høvuðsstaðin, Beirut, sunnudagin, og "tey eru øll trygg", stendur í fráboðanini.
Fólk eru flutt av irakisku sendistovuni vegna "spenning í Damaskus, fullkomnari afturtøku av herinum og vantandi trygd", sigur kelda, ið ikki vil nevnast.
Frá iransku sendistovuni hevur tíðindarásin Al Arabiya, sum sendir úr Dubai, givið út eitt video, har uppreistrarmenn síggjast ríva eina stóra plakat niður av fasaduni á sendistovuni, skrivar tíðindastovan dpa.
Á plakatini er mynd av iranska generalinum Qassem Soleimani. Hann varð dripin í 2020 í einum amerikanskum loftálopi.
Til deyða sín var hann leiðari fyri elituherdeildini Quds hjá Kollveltingarverjuni.
Á plakatini sæst Soleimani við síðuna av Hassan Nasrallah, sum varð dripin í september í einum ísraelskum loftálopi í Libanon.
Hassan Nasrallah var leiðari fyri hernaðarligu Hizbollah-rørsluni, sum Iran stuðlaði, og hevði heimstað í Libanon.
/Ritzau/