Tá Sofus gekk í sibbaklassa

"HAPPING ER Í EIN VISSAN MUN Í LAGI”

 

 

 

Halleluja Sofus kann tykjast heldur tvætlutur í sendingini ALSO, men tak ikki feil av manninum. Tað goymir seg eitt álvarsemi aftanfyri Halleluja Sofus. Í sendingini Also, fáa fólk viðmerkingar frá vinklinum hjá einum bilmekanikara, “just take it or leave it”. Hann hevur gingið í lívsins skúla, og veit hann á mangan hátt hvat hann tosar um. Skúlaárini vóru á mangan hátt ógvuliga hørð.

 

 

Kommunuskúlin í Havn hevði eina serliga skipan viðvíkjandi veikum næmingum. Teir blivu rætt og slætt "isoleraðir" frá hinum í serligar sibbaklassar. Í einum slíkum gekk Sofus.

 

 

 

Sofus byrjaði sum heilt ungur at arbeiða, longu meðan hann gongur í skúla. Tá hann var liðugur við 6.flokk, fór hann úr skúlanum, fyri at arbeiða burturav við øllum møguligum fram til hann sum 16 ára gamal fer í bilmekanikaralæru. Har vaknað hansara listarligu gávur.

 

 

 

Alt hetta og nógv afturat fer Sofus at greiða frá í Spaniastovu 30.januar kl 20 : Um happing, religøst trýst, tónleik, viðurskiftini millum feðgarnar Halleluja Sofus og Undurfulla Finn. Eisini um konuna ið er hansara størsta hending í lívinum.

 

 

 

Vælkomin í Spaniastovu mikukvøldið tá hevur Rudolf Joensen eina samrøðuð við Halleluja Sofus. Aftaná syngur Sofus kend løg og Rani Nolsøe band spælir. Á kafé’ini í Leikalund fæst kaffi og ábit.