- Ja, so standa vit her. Hetta er byrjanin upp á eitt nýtt kapittul í tínum lívi! Líka síðan tú var blaðungur maður hevur tú stýrt hesari kommununi, og vit kunnu ikki annað enn viðganga, at tað ert tú komin væl burturúr!
Soleiðis byrjaði Irdi Mittelstein, umsitingarleiðari í Skopunar kommunu, sína heilsan til Gerhard Lognberg á heiðursløtuni fyri borgarstjóranum, sum hevur stýrt kommununi heilt síðan hin 1. januar í 1993.
Seinnapartin í gjár var heiðursløta á kommunuskrivstovuni í Skopun, nú sitandi bygdarráð hevði havt sín seinasta fund, og hetta samstundis var seinasti fundur í kommununi undir leiðsluni hjá Gerhardi.
- Skopun er heimsins besta stað. Eg var blaðung kvinna og nýbakað mamma, tá starvið sum umsitingarleiðari hjá Skopunar kommunu varð lýst leyst. Tú helt, at eg burdi søkt, og tað gjørdi eg.
Irdi Mittelstein vísti á, at millum tey, sum søktu, fekk hon starvið, og hetta hevur hon verið glað fyri líka síðan.
- Lívið á kommunuskrivstovuni hevur fyri meg verið sum eitt ektaskap - eitt arbeiðsektaskap. Gerhard og eg eru farin gjøgnum mangan brattan, og hurðar hava verið smekkaðar. Onkuntíð havi eg trekt upp á smílibondini, viðgekk hon.
Hon segði, at tað høvdu verið løtur, har Gerhard Lognberg var farin úteftir bryggjuni, huffandi og suffandi, sum hon tók til. Hann fór í bilin og koyrdi avstað.
- Tíggju minuttir seinni var hann aftur og segði: Hey góða, eg havi verið og keypt okkum rundstykkir - kemur tú at fáa tær?
Og so hevur alt verið gloymt.
- Mangan hevur verið sagt, at tveir harðir steinar mala ikki, men hetta er hervið mótprógvað! Mangan havi eg hoyrt, at tú ert illsintur, men har noyðist eg at krúpa til krossin. Tað er ikki bara Gerhard, sum kanska hevur eitt slíkt sinnalag innan hesar fýra veggirnar.
- At hann hevur hildið meg út, er mær ein gáta, legði Irdi Mittelstein aftrat.
Hon segði, at fleiri ferðir hevur hon hoyrt Gerhard mutlað fyri seg sjálvan: - Skeldaður við hús og skeldaður á skrivstovuni. Stakkalin - ikki hevur hann altíð havt tað so lætt, helt hon brosandi fyri.
##med2##
Irdi Mittelstein hevur verið umsitingarleiðari í Skopunar kommunu í 18 ár, og øll hesi ár hevur Gerhard Lognberg verið borgarstjóri.
- Tað er hent nógv hesi árini, bæði av góðum og minni góðum, men eg havi altíð kunnað komið til tín.
Hon vísti á, at ein serlig hending í hennara lívi var, tá pápi hennara gjørdist sjúkur og doyði.
- Tá var tú um meg, sum ein annar pápi. Tað fari eg altíð at goyma í hjartanum. Tú hevur eisini mangan sagt, at tað kennist, sum eg eri dóttir tín!
Í sínari røðu ynskti hon Gerhardi og konuni, Arnu, góðan byrð við nýggja kapittlinum í lívinum, samstundis sum hon bað Jesus pápan um at vælsigna tey bæði við nógvum góðum árum.
Á hesi leinkju - https://www.in.fo/news-detail/myndir-heidursloeta-fyri-gerhardi-lognberg - síggjast 36 myndir frá móttøkuni í Skopun seinnapartin í gjár.