– At Jon nøkur fá ár seinni skuldi gerast ein leiðandi persónur, bæði innan blað- og bókaútgávu kann man kallað eitt av kvantelopunum í føroyskari prentsøgu, og at akkurát tann luturin fall í hansara hendur, kann hava samband við ættarbregið. Í móðurlegg stavar Jon frá handilshúsinum Thomsen, tað elsta í landinum, og kanska hevur familjusøgan veitt honum ta sjálvkenslu, sum skal til fyri at byggja egið virkið. Tað segði Jóanes Nielsen, rithøvundur, millum annað í røðu á móttøku á Føroyaprent fríggjadagin
Tá Jon Hestoy miðskeiðis í 70'unum byrjaði sína prentarakarrieru, var blýggjtíðin meira og minni farin í søguna. Kortini dugdu teir eldru sveinarnir framvegis háprentkynstrið ella bókaprentið, og somuleiðis at seta við hond, og kanska finst framvegis onkur serskøltur, sum hevði dugað at passað eina av teimum fornu prentsmiðjunum.
Eg havi verið 18 ella 19 ára gamal, tá eg kom at arbeiða á prentsmiðjuni hjá Einari Joensen í Lítlu Tvørgøtu. Einar var blýggjprentari, men á gamalsaldrinum sveik hann blýggheimin og konverteraði til offsett. Eg minnist ikki, hvussu leingi eg var har, neyvan meira enn nakrar fáar mánaðir. Tó hómi eg framvegis tey trongu kjallarahølini, ið ikki vóru ólík einum helli. Bókapressan rúmaði nógv, bæði í vavi og í ljóði, har stóðu setikassar, í breiðu skuffunum lógu tær ymisku skrifttypurnar, tveir flugusmekkarar, forn tól, sum í dag einans finnast á fornminnissøvnum.
##med2##
##med3##
##med4##
Tá visti eg ikki, at innan typografiina fanst ein serstøk mátieind, sum bara prentarar brúktu, og at hon var nevnt »punkt«. Aðrir hondverkarar, t.d. skræddarar, maskinsmiðir, snikkarar, har er millimeturin tann minsta mátieindin, so man kann siga, at typografarnir í hondverkarahøpi vóru rættiliga eksklusivir, og tað var heldur ikki uttan grund, at teir vóru kallaðir handverksins aristokratar. Typografarnir vóru jú fortreytin fyri okkara skriftligu mentan, uttan teirra avrik, høvdu vit framvegis verið analfabetar. Prentarar vóru eisini sera málkønir, og summir gjørdist góðir høvundar, eg kann nevna Kristin í Geil, Maurentius Viðstein og serstakliga fræga skaldið Magnus Dam Jacobsen. Prentaranir høvdu sítt egna fakfelag, og bæði í heimligum og í altjóða høpi vóru teirra fakfeløg tey, ið skaffaðu sínum limum teir frægastu sáttmálarnar.
Tá eg byrjaði hjá Einari, visti eg sjálvandi, hvussu teir ymisku bókstavirnar ljóðaðu, og sum kunnugt er ljóðið fortreytin undir stavsetingini. Eg var eisini byrjaður at lesa og at skriva yrkingar, og var serliga hugkveiktur av eldra bróðuri Einars, Poul F. Joensen og av klaksvíksinginum Líggjas í Bø, men eg má viðganga, at eg dugdi ikki bókstavaraðið uttanat. Og akkurát tað, kom óvart á meg. Komin umleið til o – p – q, kom bland í hjá mær. At eg minnist akkurát tað, má hava samband við okkurt slag av skommkenslu, eg var ein 18 ára gamal drongur, sum stóð á gáttini inn í bókmentaheimin, og so dugdi eg ikki bókstavaraðið! Tí gjørdist mín fyrsta uppgáva at læra stavraðið frá A til Z, og síðani at læra skuffurnar at kenna, har blýggjbókstavirnir lógu í smáum rúmun. Mín fyrsta uppgávu var at seta gravsálmar við hond, og minnist meg rætt, vóru sálmarnir settir við 11 punkt skrift. Eg fekk nøkulunda hylling á blýggj-termologiini, men nú eina hálva øld seinni má eg viðganga, at eg havi gloymt tað mesta. Kortini hongur helli-stemningurin í Lítlu Tvørgøtu eftir í minninum.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
Í dag er Føroyaprent ein sólskinssøga, tað virkið, sum prentar tær flestu bøkurnar sum koma út á føroyskum, mínar egnu íroknaðar. Ræðslan fyri, at ljóðbókin fór at týna pappírsbókina, vísti seg tíbetur ikki at halda, ella man kann eisini siga, at nýggj og gomul tøkni ikki neyðugvís eru antagonistiskir mótsetningar. Men tað er ein serstøk kensla at blaða í bók, at kunna seta strikur undir fyndugar setningar, og at skriva viðmerkingar úti í breddanum. Og tann kenslan er elligomul, leiðir heilt aftur til tað skeiðið, tá Johann Gutenberg og hansara fólk sum tey fyrstu í Europa stoyptu leysar bókstavir úr blýggi, stavir sum høvdu tann eginleikan at kunna endurnýtast til bók aftaná bók, ella so leingi hald var í teimum. Uttan prenttøknina er ikki vist, at Martin Luther var farin undir sína ambitiøsu týðing av Bíbliuni, og hóast Gutenberg ikki brúkti orðið demokrati, var hann í praksis ein av okkara demokratisku fedrum. Undir hansara leiðslu byrjaði hópframleiðslan av bókum, somuleiðis av flogseðlum ella av pamflettum, ið komu at gerast vøggan hjá tí modernaðu avísini.
Fyri ein skaldahvølp sum meg var tíðin í Lítlu Tvørgøtu ein lærurík tíð. Eg legði mær í geyma nógvar søgur eg hoyrdi, og tað var ein fragd at síggja ein gamlan kappa sum Rikard Long støkka inn á gólvið, ella havnakonuna Karlu Vægter. Karlu vil eg í dag kallað ein gamlan konueingil, sum leygarkvøldini aftan á dansin í Losjuni ella Klubbanum, gav okkum ungu traktatir, sum hon sjálv hevði skrivað, og fekk Einar Joensen at prenta tær fyri seg.
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##Sum eitt framhald av tíðini í Lítlu Tvørgøtu, byrjaði eg í august í 72 á journalistdeildini á Nordiska Folkhøgskolan í Kungälv. Ein annar føroyingur, sum gekk á sama skeiðið, var tann 2 ára eldri blaðmaðurin og umsetarin Jákup í Skemmuni. Fyri ein, sum akkurát hevði lært seg bókstavaraðið, hevði tað avgerandi týdning at læra Jákup at kenna, tí hann tók tað sum sína uppgávu at hampa um mín málsliga førleika. Í 72 og 73 rasaði Vjetnamkríggi, og saman við øðrum ungdómum á Nordiska Folkhøgskolan luttóku vit í teimum stóru mótmælisgongunum móti krígnum, og at ganga í mótmælisgongum saman við 15- ella 20.000 øðrum fólkum, tað ávirkaði meg politiskt, og var ein av orsøkunum til, at eg nøkur fá ár seinni byrjaði at skriva í avísina Arbeiðið, sum Oyggjaframa-kommunistarnir góvu út. Felagskapurin átti eina offset-pressu, og brádliga hevði eg innlit í bæði eldri og nýggjari prenting. So takkað verið blýggjmanninum Einari Joensen, Jákup í Skemmuni og politisku vekingini í Svøríki, kom eitt sindur av strukturi í mítt lív.
Tá eg í 1986 flutti suður til ta gomlu arbeiðarabygdina Tvøroyri, fanst ein avís í bygdini nevnd Suðuroyar-Tíðindi, og ungi blaðstjórin, tað var Jon Hestoy. Í ´87 vóru dagarnir hjá avísini taldir, og aftaná tað, starvaðist hann sum grafikari á Sosialinum. Í 80unum vóru 3 rotasjónspressur í Føroyum, Dagblaðið hevði sína, ein var á Dimmalætting, og Sosialurin hevði ta triðju. At Jon nøkur fá ár seinni skuldi gerast ein leiðandi persónur, bæði innan blað- og bókaútgávu, kann man kallað eitt av kvantelopunum í føroyskari prentsøgu, og at akkurát tann luturin fall í hansara hendur, kann hava samband við ættarbregið. Í móðurlegg stavar Jon frá handilshúsinum Thomsen, tað elsta í landinum, og kanska hevur familjusøgan veitt honum ta sjálvkenslu, sum skal til fyri at byggja egið virkið.
Meðan hann lærdi til prentara í Danmark, taldust hann millum teir hollu svimjaranar í Ríkinum, og sum eg havi skilt, var hann eisini hollur, tá talan var um matarlyst, um tað vitna teir 47 fløtabollarnir, sum hann á sinni át uppá 8. minuttir, og sum góvu honum ævugt pláss í Guinnes World Records. Umframt eitt eldfimt tempremang, hevur Jon eisini humor, og tað skapti góðar vibrasjónir á arbeiðsplássinum. Listakonan Tove Askham, sum arbeiddi sum setari á Sosialinum, endurgav eina av vittigheitunum, sum Jon vartaði upp við í eini kaffipausu: Ein maður situr í tannlæknastólinum, og tannlæknin spyr mannin, um hann nýliga hevði slikkað fisu. Eitt sindur ovfarin spurdi maðurin, um hann hevði hár millum tenninar. Nei, svaraði tannlæknin, tygum hava lort á nøsini.
Vit hava nakrar ferðir sitið inni á kontórinum hjá Jon og prátað um tingini, í høvðusheitum um komandi bókaútgávur hjá mær, og tað er eisini komið fyri, at vit hava drukkið eina ríkiliga mongd av sterkum løgi. Í hansara eygum havi eg stundum hómað tað gamla kultiveraða blýggjbráið, sum andi í eygunum á Einari Joensen, men eg havi eisini hildið meg sæð tað meira óálítandi offsetbráið, sum í mongum førum eyðkendi ta villu kapitalismuna.
Nøkur fá ár inni í teirri nýggju øldini eitur stjórin á Prentmiðstøðini Jon Hestoy. Tá var blaðdeyðin longu blivin ein realitetur, og nú eru næstan allar pappírsavísirnar farnar, og somuleiðis rotasjónspressurnar. Føroyingar hava stutt sagt mist førleikan at prenta avísir. Fyri at seta týningina í perspektiv, so vóru í 90'unum prentaði væl omanfyri 100.000 avíseintøk um vikuna í Føroyum. Dimma og Sosialurin komu út 5 ferðir um vikuna, samanlagt eini 80.000 eintøk. Nú kemur tann vongskerda Dimma út einaferð um mánaðin og Sosialurin einaferð um vikuna. Dagblaðið og 14. September finnast ikki longur, og uppá tað mesta komu tær avísirnar út tríggjar ferðir um vikuna við einum upplagið á 15 – ella 20.000 eintøk.
Men avístýning er ikki eitt serføroyskt fyribrygdi, talan er um eitt altjóða høvðusrák, og móti slíkum ráki ber illa til at verja seg. Hóast tey maktfullu óttast djarvar journalistar, eitt nú Julian Assange, fyri ikki at tosa um teir umleið 120 journalistarnar, sum Harrans útvaldu higartil hava dripið í Gaza-krígnum, so havi eg ikki hildið, at avístýningin grundleggjandi sprettir úr illvilja, men er tengd at menningini av internetstøknini. Kreftirnar, sum avísin er upp ímóti, er tann óavmarkaði, beinleiðis aggresivi flutningurin av tíðindum, sum fer fram yvir hvørja einastu fartelefon, á sjónvarpsskíggjum og á alternativum internetskanalum. Víst eru nógvar av kanalunum áhugaverdar og upplýsandi, men samstundis avdúka tær, at ein degradering av tí skrivaða orðinum er farin fram hesi seinastu 30 árini. Eg haldi ikki, at tað er púra burturvið at pástanda, at í roynd og veru hevur ein ný-verbal mentan etablerað seg. Støðan, sum er íkomin, kundi mint um tíðina undan Gutenberg.
##med13##
##med14##
##med15##
Internatskanalirnar eru blivnar tann nýggja kirkjan, sum roynir at tulka veruleikan á okkara plágaðu gongustjørnu. Vit eru givin at fordjúpa okkum í prentaðum teksti, og hava givið pappírinum tann ivasama heiður, at enda sum skoynisoppur á okkara vesum. Man kann hopa, at tíðarrit og onnur serrit fara at hava eitt drúgvari liviskeið enn pappírsavísin, men hvørvur pappírsavísin púrasta, so hvørvur við henni ein heilt serstakur lívsstílur. Vit blaðdeyðanum todna keldurnar til kritiska vitan, og vit missa burtur evnini at draga sjálvstøðugar niðurstøður.
Við avísdeyðanum máast støðið undan tí flokspolitiskt treytaða demokratiinum, og um tað er nøkur skandala, kann man so tjakast um. Men at lesa úr avís, ella bók, tað er ein aktiv handling. Tú verður ikki órógvaður av eini rødd sum lesur upp, og tú sær heldur ikki upplesaran á einum skíggja. Tú hugsavnar teg um tekstin, lærir teg at virða tað skrivaða orðið. Og tú tveitur heldur ikki burtur avísina beinanvegin, og bókin er framvegis nakað, sum man setur inn á hillina aftaná at hava lisið hana.
##med16##
##med17##
Um samband er millum avísdeyðan og ta nýggju verbalmentanina øðrumegin, og hinumegin tær kreftir, sum ráða á internettøknini, er torført at siga. Men føroyinganna serstaka avísævintýr byrjaði í eini tíð, tá føroyskir bøndur og danskir embætismenn ráddu í landinum. Ævintýrið spratt bæði úr upplýsnings- og uppreistraranda, og prinsurin í ævintýrinum var havnamaðurin Niels Winther, sum nakrar mánaðir í 1852 gav út avísina Færingetidende. Nú flestu pappírsavísir eru deyðar, er tað nógv sum bendir á, at tað untist tí føroyska avíslesaranum at gerast umleið 170 ára gamal.
Jóanes Nielsen