Tankar um útjaðaran, meðan eg var til gongu í Árnafjarðartunlinum Onkur hugsar helst helst ”e

r hetta neyðugt?” Ja, tað er neyðugt, um vit ynskja einar serstakar og fjølbroyttar Føroyar. Tunlar norður um fjall er ein íløga í allar Føroyar, og sum allir føroyingar kunnu fegnast um.

Tó krevst annað enn ein tunnil fyri at skapa lív og virksemi. Tí er tað neyðugt, at vit lurta eftir fólkunum á staðnum fyri at fáa betri innlit í, hvat manglar, og hvat kann gerast betri – og tað havi eg roynt at gjørt. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fòlkaflokkin.

”Hví tosar tú so nógv um útjaðaran og smáplássini? Gevur tað yvirhøvur nakað av atkvøðum?”.

Ein útsøgn, eg ofta havi hoyrt, tá eg á politiska pallinum tosi um útjaðaran og smáu plássini. Men eg kann ikki lata vera og leggi einki í, um hetta ikki gevur nógvar atkvøður, tí útjaðarin eigur eitt stórt pláss í mínum hjarta. Og helst eisini hjá føroyingum flest. Tí uttan hesi støð, høvdu allar Føroyar verið fátækari.

Hvussu óinteressant hevði tað ikki verið, um øll fluttu til Runavíkar, Klaksvíkar ella Havnar? Hvussu nógv av tí, sum ger Føroyar serstakar hevði ikki follið burtur? Og ikki at tosa um okkara siðaarv og mentan, sum smáuplássini í summum førum hava hildið meira lív í? Misskil meg ikki, hesi stóru pláss eru eisini fantastisk, men ikki eins sárbær sum smáu plássini.

 

Vitanartung skulu spjaðast um alt landið

Í Føroyum ynskja nógv av okkara ungdómi at útbúgva seg og vera eisini noydd at fara av landinum. Tíbetur ynskja nøkur at koma heimaftur. Men hvat hava vit at bjóða okkara lærda fólki um landið?

Vitanartungu arbeiðsplássini eru tíverri ikki nógv í tali utann fyri stóru plássini. Hetta ger, at ungu bygdafólkini í nógv minni mun koma heim aftur til bygdina.

Úti í bygdunum rópa tey varskó. Ja, tey rópa neyðarróp, tí teirra heimstaður er í minking. Í onkrum støðum er bara spurningar um tíð, nær bygdin verður avtoftað. Tað er syrgiligt!

Tosaði við ein eldri mann í einum smáplássi. Hann var sera harmur um, at heimbygdin var í minking. Hann segði, at tá hann bygdi hús fyrst í 70’unum, var góð vón fyri framman. Men tíðin er broytt, og arbeiðsmarknaðurin er broyttir, og á hesum øki hava bygdirnar ikki fylgt við.

Tað vísir seg ikki at vera nóg mikið við útbygdum veganeti og nýggjum tunlum. Hóast tað er gott, so er tað ikki nóg mikið. Tí er tað so umráðandi, at vit eisini skapa virksemi og arbeiðspláss í útjarðaranum, hóast vit fáa tunlar og og útbygt vegnet.

 

Vit hava nógv at takka smáplássunum fyri

Onkur hevur sagt, at fleiri av smáplássunum bara er ein útreiðsla fyri landið. Tá havi eg hug at spyrja: Hvørjar Føroyar hesi fólk ynskja sær? Ynskja tey bara einar Føroyar, har tað bert er lív og virksemi í stóru bygdunum og býunum? Eg haldi í øllum førum, at tað hevði verið einar nógv fátækari Føroyar.

Harafturat eru tað í stóran mun smáplássini, ið gera Føroyar serstakar. Og ikki minst, tá talan er um ferðafólk, sum koma hagar bert fyri at síggja náttúruperlurnar. Náttúruperlur, sum í stóran mun eru staðsettar úti á smáu plássunum.

Fyri at fáa pengar frá ferðafólkum, er neyðugt, at onkur er til staðar og møguliga býr á plássunum. Onkur sum kennir økið, og tí kann bjóða eina tænastu. Hetta er treytað av, at lív og virksemi er í økinum. Fyri at lív og virksemi skal vera í økinum, er neyðugt, at tey, sum búgva har, trívast.

Smáu plássini hava havt verri við við at fáa lív lagað í økinum. Tí er umráðandi at tryggja, at pengar, sum ferðafólk leggja eftir seg á økinum, fara til tey, sum búgva í økinum. Jarðeigarar og óðalsfólk, sum ávikavist búgva ella eru staðkend, kenna økið best. Vilja økinum best. Betri enn tilvildarlig fólk í kommunalu umsitingini.

Tí er umráðandi, at ræðisrætturin liggur hjá teimum, sum hava økið undir hond ella búgva á staðnum.

--

Hetta eru tankar, eg gjørdi mær, meðan eg gekk í Árnafjarðartunlinum. Ein fantastisk verkætlan, sum fer at gera stóran mun – men vit mugu ongantíð liggja á tí latu síðuni og halda, at ein tunnil er nóg mikið.

Hjartaliga til lukku við tunlinum, allir føroyingar!

 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin