Team Sydhavsøerne og HØJ vunnu í fyrsta umfarinum

Tvey føroyingalið sigraðu í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Liðið hjá Paula Mittún og Pæturi Mikkjalssyni, Team Sydhavsøerne tók á heimavølli móti Tønder í Lollands Bank Arena.

 

Frammanfyri 452 áskoðarum vann heimaliðið 27-24 á Tønder. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 12-11.

 

Pætur skoraði fýra og Pauli skoraði trý mál fyri Team Sydhavsøerne í dag.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ spældu á útivølli móti Roskilde.

 

Tað vóru næstan 1.000 áskoðarar til dystin, har Hans Lindberg var millum leikararnar hjá HØJ.

 

HØJ vann dystin 29-25. Í steðginum var HØJ á odda 13-11. Heimafturvendi Hans Lindberg skoraði fimm mál í sínum fyrsta dysti fyri HØJ, ið er barndómsfelagið hjá honum. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 tekur HØJ móti Skive á heimavølli. Sunnudagin 15. september ferðast Pauli, Pætur og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne fyri at spæla dyst móti Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfeløgunum í Aarhus HC.