TeenStreet 2025

Í hesum døgum er TeenStreet lega í Suðurtýsklandi

Aftur í ár er ein stórur hópur av tannáringum savnaður í suðurtýska býnum, Offenburg til kristiliga legu, nevnd TeenStreet. TeenStreet er partur av altjóða kristinboðanarfelagsskapinum, OM.

 

Legan byrjaði so smátt í gjárkvøldið og heldur fram til mikukvøldið í næstu viku. Úr Føroyum eru farnir 260 ungdómar og umleið 130 hjálparfólk og børn hjá hesum, soleiðis, at samlað knappast tey um 400 føroyingar, ið eru á leguni.

 

Leguluttakarar koma úr nógvum ymiskum londum og harímillum eru eisini skandinavisku londini. Flestu luttakararnir koma tó úr Týsklandi, og Føroyar eiga so næststørsta hópin av leguluttakarum.

 

Flestu føroyingarnir flugu við Atlantsflogi til Keypmannahavnar og koyrdu síðani langa teinin haðani niður til Offenburg.

 

Tannáringarnir hava tað gott og síggja fram til eina góða og gevandi viku.