Teldutala við barnarøddum

Føroysk teldutala hevur verið virkin í mong ár og til stóra hjálp, serliga fyri blind, sjónveik, og hjá teimum sum eru lesiveik av ymiskum orsøkum. Røddirnar hava hesi árini verið vaksnamannrøddir, ein kvinnu og ein mannfólkarødd

Krabbameinsfelagið skrivar, at tað er hugaligari fyri eitt barn, at fáa barnabøkur lisnar upp við barnarødd heldur enn einari vaksnari rødd. Tað er eisini ein barna og mannarættur fyri eina hvørja tjóð við egnum máli, at geva børnum við avbjóðingum henda møguleika.

 

Teldutala við barnarøddum

 

Føroysk teldutala hevur verið virkin í mong ár og til stóra hjálp, serliga fyri blind, sjónveik, orðblind og annars lesiveik av ymiskum orsøkum, adhd o.a.

 

Røddirnar hava hesi árini verið vaksnamannrøddir, ein kvinnu- og ein mannfólkarødd, sum møguleiki hevur verið at valt ímillum.

 

Grunnurin Talutøkni hevur leingi havt ynski um, at fáa gjørt føroyskar barna-teldurøddir. Hetta hevur verið ynski frá børnum, sum av onkrari orsøk hava lesitrupulleikar. 

 

Tað er eitt sindur hugaligari fyri eitt barn, at fáa barnabøkur lisnar upp við barnarødd heldur enn einari vaksnari rødd. Tað er eisini ein barna og mannarættur fyri eina hvørja tjóð við egnum máli, at geva børnum við avbjóðingum henda møguleika.

 

Grunnurin Talutøkni søkti Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby Føroyar grunnin um fíggjarligan stuðul til verkætlanina, at gera barnarøddir til teldutalu.

 

Umsóknin var gingin á møti og takkar grunnurin hjartaliga fyri dygga stuðulin.

 

Føroyar koma, at eiga eina genturødd, sum eitur Gunn og eina dreingjarødd, sum eitur Geir.

 

Vónandi verður barnarøddin væl móttikin og brúkt í teimum mongu hjálparforritum, sum í dag eru í brúk – eisini innan skúlans gátt.

 

Grunnurin hevur staðið fyri fíggingini, Sjúrður Gullbein fyri tí málsliga og samskipan av ljóðupptøkunum. Tað tekniska hevur sama svenska fyritøkan Acapela staðið fyri. Teldutalan er gjørd meira livandi í upplestrinum, hetta er ein kombinatión av vitlíki og mannskaptum talum.

 

Innan stutta tíð verða røddirnar tøkar at brúka á portalinum: www.teldutala.fo

 

Hetta er ein ókeypis tænasta, sum ein hvør kann gerast brúkari av.

 

Her kann tekstur leggjast inn og verða lisin upp.