The Last Kingdom: Eivør og John Linn nú á plátu

Einans 500 eintøk verða framleidd

Føroyska sangarinnan, Eivør, hevur saman við skotska tónaskaldinum, John Lunn, gjørt tónleik til bretsku sendirøðina, The Last Kingdom. Nú er tónleikurin givin út á vinyl plátu í avmarkaðari nøgd - einans 500 eintøk verða prentað í silvur vinyl.

 

Sjónvarpsrøðin The Last Kingdom fylgir unga bretanum Uhtred of Bebbanburg, ið er uppvaksin millum víkingarnar. Men seinni í lívinum verður hann noyddur at velja, hvørja síðu hann stuðlar í stríðnum millum eingilsmenn og víkingarnar. The Last Kingdom er at síggja á stroyminstænastuni, Netflix, og er gjørd í samstarvi við BBC. 

 

 

Hesi eru løgini á nýggju plátuni:

 

Síða 1:

  1. The Last Kingdom
  2. Lívstræðrir
  3. Lighting the Beacons
  4. Helig
  5. Destiny Is All

 

Síða 2:

  1. Icicle
  2. The Hall of the Fallen
  3. Aeternum
  4. Blood Moon
  5. My England