Tíggju frystilínuskip fiska undir Føroyum

Vit gita, at orsøkin til, at so mong frystilínuskip í løtuni eru undir Føroyum, er, at kvoturnar hjá hesum skipum aðrastaðni eru uppfiskaðar, nú árið fer at halla

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at annað av teimum størru ísfiskalínuskipunum er til fiskiskap í løtuni.

 

- Teir eru vestanfyri og fáa mest av hýsu og toski. Skipið kemur inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Tað er sjáldan, at tíggju frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í senn, men soleiðis er í løtuni.

 

- 10 frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og eitt er til fiskiskap í íslendskum sjógvi.

 

Sagt verður, at frystilínuskipini, sum eru undir Føroyum, fáa eina blanding av hýsu, longu og brosmu.

 

Vit gita, at orsøkin til, at so mong frystilínuskip í løtuni eru undir Føroyum, er, at kvoturnar hjá hesum skipum aðrastaðni eru uppfiskaðar.

 

Og nú fer hetta fiskiárið eisini at halla.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin harðnar, sum vikan gongur, og veðurvánirnar eru einki serligar.

 

- Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri í næstu viku, men kanska onkur av størru útróðrarbátunum ger onkran túr, verður lagt aftrat.