Tíggjutúsundavís hava møtt upp at vísa sín stuðul til LGBTQ+ rættindini, tá Budapest Pride verður í ungarska høvuðsstaðnum í dag.
Stívliga 30 lond verða hildin at vera umboðað millum luttakararnar, skrivar tíðindastovan Reuters.
Tað er bara ein trupulleiki: Løgreglan hevur bannað pride'ini, og forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, hevur ávarað um, at tað fær rættarligar avleiðingar, um tú luttekur.
Í mars samtykti ungarska tjóðartingið eina lóg, sum gav løgregluni í landinum lógargrundarlag at banna LGBTQ+ skrúðgongum. Við støði í teirri lógini bannaði løgreglan pride-skrúðgonguni fyrr í juni.
Men liberali borgarstjórin í Budapest, Gergely Karácson, noktaði at avlýsa Budapest Pride. Hann helt ikki, at forboðið er galdandi fyri tiltøk, sum býarstjórnin í Budapest stuðlar.
- Í hesum býnum eru ikki fyrsta- ella annað-floks borgarar. Í hesum býnum vita vit, at bert saman kunnu vit vera fræls.
- So í hesum býnum kann hvørki frælsi ella kærleiki verða bannað, og Budapest Pride kann heldur ikki bannast, segði borgarstjórin.
Forboðið móti LGBTQ+ skrúðgonguni verður av viðmerkjarum sætt sum eitt úttrykk fyri tjóðskaparkonservativu stjórnini í Ungarn undir leiðslu av Viktor Orbán, sum yvirhøvur bjóðar demokratiska frælsinum hjá ungarum av.
70 ungarskir borgarafelagsskapir skrivaðu í einum opnum brævi mikudagin, at teir stuðla Budapest Pride, og at lógin, sum liggur til grund fyri forboðnum, "er ætlað at ræða alt samfelagið".
Millum luttakararnar í pride'ini eru ES-kommisserurin fyri javnstøðu, Hadja Lahbib, og 70 limir í Evropatinginum - teirra millum donsku limirnir Per Clausen (EL), Marianne Vind (S) og Rasmus Nordqvist (SF).
##med2##
Fleiri enn 200 umboð frá Amnesty International eru eisini at finna í skrúðgonguni millum ælabogafløgg og mótmælisskelti.
Í skrivligari viðmerking kallar aðalskrivarin í Amnesty, Agnès Callamard, royndina at banna Budapest Pride fyri eitt frontalt álop á LGBTQ+ samfelagið í Ungarn.
- Royndin at banna Budapest Pride hevur avdúkað, hvussu langt ungarskir myndugleikar eru sinnaðir at fara fyri at rulla grundleggjandi rættindi aftur. Men tað hevur eisini víst, hvussu nógv vit kunnu náa, tá vit standa saman í mótstøðuni, sigur aðalskrivarin.
Danski felagsskapurin Lev og Lad Leve verður eisini til staðar undir merkinum hjá Amnesty. Fýra nevndarlimir og átta til tíggju aðrir aktivistar eru farnir til Budapest at luttaka í skrúðgonguni.
- Eg kann koma niður og vísa mín samleika og vera við til at varpa ljós á trýstið, sum mannarættindi og serliga minnilutarættindi eru undir, sigur aktivisturin og nevndarlimur í Lev og Lad Leve Emily Olander.
Hon stúrir ikki fyri at verða handtikin áðrenn skrúðgonguna, og fær hon ella ein av hinum frá samtakinum eina bót, hava tey savnað inn 23.000 krónur frammanundan fyri at dekka hana.
Hinvegin er hon meira stúrin fyri, um mótmælisgongur kunnu gerast harðligar og steðga skrúðgonguni.
Sambært fyrireikarunum skuldi sjálv gongan byrja klokkan 15, meðan luttakararnir savnaðust frá klokkan 14.
Stutt eftir klokkan 15 boðaði Emily Olander frá, at skrúðgongan júst var byrjað.
Sambært henni hevur ungarska løgreglan broytt farleiðina. Tríggjar mótmælisgongur eru fráboðaðar.
Hetta er 30. árið á rað, at Budapest Pride hevur verið.
##med2##
/Ritzau/