Fyribilssetti forsætisráðharrin í Sýria, Mohammed Al-Bashir

Tjóðarting og grundlóg í Sýria verða sett til viks

Ein mannarættindanevnd skal skipast, sum skal gjøgnumganga grundlógina og leggja fram uppskot um broytingar

 

Fyribilssetti forsætisráðharrin í Sýria, Mohammed Al-Bashir

Nýggja stjórnin í Sýria við fyribilssetta forsætisráðharranum, Mohammed Al-Bashir, á odda, sigur, at grundlóg landsins og tjóðarting fyribils verða sett til viks í tríggjar mánaðir.

 

Tá so tríggir mánaðir eru farnir, verður ein nýggj stjórn skipað, og tjóðarting og grundlóg fara aftur at verða galdandi sum vanligt.

 

Talsmaðurin hjá fyribilsstjórnini í Sýria, Obaida Arnaout, sigur við AFP, at ein mannarættindanevnd skal skipast, sum skal gjøgnumganga grundlógina og leggja fram uppskot um broytingar.

 

Mánadagin í hesi vikuni gjørdist greitt, at Mohammed al-Bashir verður nýggjur forsætisráðharri í einum tíðarskeiði á tríggjar mánaðir.

 

Tað var síðstu sunnunátt, at sýriski einaræðisráðharrin, Bashar Hafez al-Assad, fall og við hjálp úr Russlandi flýddi úr Sýria og til Moskva við familju síni.

 

Lesið eisini - 

 

https://www.in.fo/news-detail/er-hayat-tahrir-al-sham-ein-yvirgangsfelagsskapur

 

https://www.in.fo/news-detail/iran-gevur-israel-og-usa-skyldina

 

 

 

 

 

Fyribilssetti forsætisráðharrin í Sýria, Mohammed Al-Bashir