Tór-Ingar flytur í Gundadal

Sandavágsmaðurin fer nú at venja næstbesta liðið hjá B36

B36 skrivar soleiðis í dag:

 

Tór-Ingar fær ábyrgdina av næstbesta liðnum

 

Tór-Ingar Akselsen fer komandi kappingarár at taka sær okkara næstbesta mansliði.

 

Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2025.

 

Tór-Ingar Akselsen hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá 07 Vestur, og annars tikið sær av bæði U21-liðnum og næstbesta liðnum har.

 

Sum spælari var vágamaðurin eisini knáur. Hann umboðaði FS Vágar, HB og 07 Vestur og hevur í alt spælt 497 dystir og skotið 146 mál í føroyskum vaksnamannafótbólti. Seinasta dystin í bestu deildini spældi hann sum 40 ára gamal í 2021.

 

Hjartaliga vælkomin í B36-húsið, Tór-Ingar!