Triði NSÍ spælarin flytur til Eiðis

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Meinhard Geyta

Tað er stór ferðsla í EB/Streymi. Fleiri spælarar eru farnir úr felagnum, og nú eru fleiri lagstir aftrat.

Fyrr í vetur hevur EB/Streymur skrivað undir sáttmálar við Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen úr NSÍ. Og nú hevur enn ein NSÍ spælari skrivað undir sáttmála við EB/Streym, sum í 2025 eigur heimavøll í Hólmanum á Eiði. Triði leikarin úr NSÍ, sum skiftir til EB/Streym er 23 ára gamli verjuleikarin Meinhard Geyti.

 

Eins og hjá Mórits Heina Mortensen og Búa Egilsson so gekk tað síðsta kappingarár striltið hjá Meinhard Geyta at vinna fast pláss á besta liðnum.

 

Meinhard Geyti hevur spælt 37 dystir í Betrideildini við NSÍ og skotið eitt mál. Harafturat hevur hann spælt fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið og 96 dystir í 1. deild, har hann hevur skorað 7 mál, siga hagtølini hjá FaroeSoccer.

 

-Meinhard er sterkur verjuleikari, sum bæði kann spæla í miðverju og sum síðubakkur, hann er góður defensivt ein ímóti einum, og hann er arbeiðssamur og aggresivur,  sigur Sigrfríður Clementsen um nýggja leikaran.

 

Meinhard sigur í viðmerking við heimasíðuna hjá EB/Streymi: 

 

-Eg eri spentur og klárur til nýggju avbjóðingina og vónandi fer tað at ganga væl, sigur Meinhard Geyti.

 

Vit bjóða Meinhardi vælkomnan til EB/Streym og gleða okkum at síggja hann í EB/Streyma búnanum, siga tey á heimasíðuni hjá EB/Streymi.