Triðja russiska tangaskipið sendir neyðarkall nærhendis Krim

Olja er skolað á land á einum strekki við Svartahavsstrondina eftir eina vanlukku um vikuskiftið. Nú er eitt nýtt skip í neyð.

Mynd tikin av sosialu miðlunum vísir søkkandi skip í Kerchsundinum um vikuskiftið. - Mynd: Sosialir miðlar/Reuters

Eitt triðja russiskt oljutangaskip hevur sent neyðarkall í økinum við Kerchsundið.

Tað upplýsir russiska ríkistíðindastovan Tass.

Ongar upplýsingar eru um støðuna hjá skipinum.

Fráboðanin í dag kemur eftir eina neyðstøðu í gjár.

Tá kollsigldi eitt yvir 50 ára gamalt russiskt tangaskip við olju í ódnarveðri í Kerchsundinum nærhendis Krim-hálvoynni og tók at leka olju. Eitt annað skip kom eisini í havsneyð.

Ein guvernørur sigur í dag, at olja er skolað í land við Svartahavið. Samstundis hevur eitt tilbúgvingarlið lýst neyðstøðu fleiri staðni.

Kerchsundið skilir Krim frá russiska meginlandinum.

Tað bindur Azovhavið og Svartahavið saman og er ein nógv brúkt farmaleið hjá Russlandi.

 

Ritzau/Reuters

 

Mynd tikin av sosialu miðlunum vísir søkkandi skip í Kerchsundinum um vikuskiftið. - Mynd: Sosialir miðlar/Reuters