Tríggir klipp fyri at koyra ov skjótt

Tvey ferðsluóhapp og tríggir bilførarar, sum koyrdu so skjótt at teir fingu klipp í koyrikortið

Tað var millum tað, sum vaktleiðarin á politstøðini í Havn kundi lesa úr døgnrapportini í morgun.

Tað var í Kollfjarðadali, at løgreglan gjørdi eitt ferðsluáktak í gjár, har tríggjar sakir vórðu skrivaðar. Ein fyri at koyra 101 km um tíman, ein fyri at koyra 102 km um tíman og ein fyri at koyra 110 km um  tíman. Í øllum førum er tað klipp í koyrikortið, meðan tann sum koyrdi 110 er á markinum til treytaða frádøming av koyrikortinum.

Eitt ferðsluóhapp var á Fuglafjarðavegnum við Varmakeldueiði. Hetta var stutt fyri klokkan 22 í gjárkvøldið, at ein bilur ófur út av vegnum. Eingin fólkaskaði var, og bilførarin var edrúur, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at fráboðarin var edrúur. Orsøkin til óhappið var ósketni.

Í Kollfjarðadali rendi ein bilur á seyð stutt fyri klokkan hálvgum sjey í morgun. Vaktleiðarin sigur, at tað hendir so ofta, at bilar koyra á seyð, tað hoyrir til tað dagliga. Men tað sermerkta hesaferð var, at stoyturin hevur verið so harður, at airbag í bilinum vórðu útloystar, so hann kundi ikki koyra víðari.

Tað var ein bilur, við fólki, sum vóru á veg á flogvøllin.

Løgreglan kannaði ferðslu í gjár