Men um hinir limirnir "gjalda sínar rokningar", so fer Trump avgjørt at lata USA verða verandi í NATO, leggur hann dent á.
Hann vann forsetavalið 5. november og tekur við embætinum 20. januar.
Trump hevur áður upplýst, at hann heldur ikki, at USA eigur at verja hini limalondini, um tey ikki gjalda nóg mikið fyri verjuna.
NATO miðar eftir, at limalondini hvørt ár skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av BTÚ til verju.
Flestu av teimum 31 limalondunum í NATO - harímillum Danmark - liva upp til tað markið í ár. Fyrr í ár var væntað, at 23 limalond fóru at rinda í minsta lagi tvey prosent av BTÚ til sín her í 2024.
/Ritzau/