Fyrsta dagin í embætinum fer Donald Trump at náða teimum, sum eru dømd í sambandi við álopið á kongressina.
Tað sigur komandi amerikanski forsetin við NBC News.
- Hesi fólkini búgva í helviti, sigur Trump.
Hann vísir til umstøðurnar, sum tey sita undir.
Trump tekur við embætinum 20. januar 2025.
Fleiri amerikanarar eru dømdir fongsulsrevsing fyri teirra leiklut í álopinum á kongressina.
Trump-viðhaldsfólk herjaðu á amerikanska tjóðartingið í Washington D.C. 6. januar 2021.
Tað hendi í mótmæli móti júst endaða forsetavalinum, har demokraturin Joe Biden vann á Donald Trump.
Tá kongressin varð álopin, vóru limirnir í senatinum og umboðsmannatinginum í ferð við at góðkenna valúrslitið formliga.
##med2##
/Ritzau/