Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Tunlinum Norður um fjall, men áðrenn Tunlarnir Norður um Fjall kundu endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing. Venjingin var í gjárkvøldið.
Umleið 70 fólk frá løgregluni, Klaksvíkar Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.
Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina. Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Tunlunum Norður um Fjall. Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Tunlarnir Norður um Fjall lúka øll myndugleikakrøv og tískil kunnu lata upp fyri almennari ferðslu. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Tunlarnar Norður um Fjall til almenna ferðslu.