Hon spældi sín landsdyst nummar 45 týsdagin, og hon skoraði tvey mál ímóti Danmark í EM endaspælinum í Basel í Sveis. Og nú boðar hon frá, at hon gevst á landsliðnum.
Hon skrivar soleiðis:
Farvæl og takk fyri meg, tú alfagra landslið.
Basel var ein sigur fyri kvinnuítróttin. Hvør løta var til allar gentur, ið droyma um at røkka langt. Einaferð var alt hetta bert ein dreymur í huga - í dag er tað veruleiki.
Hetta var tann vakrasti endin, ið eg kundi fáa. Mín landsliðsyrkisleið endar her, men Basel er bert byrjanin fyri føroyska kvinnulandsliðið.
Ein serlig tøkk til okkara ótroyttiligu áskoðarar. Tit geva luft undir veingirnar. Takk fyri meg - og takk fyri at eg slapp at vera við, skrivar Turið Arge Samuelsen.