Orð: Ári Rouch, HSF
“Vit taptu móti okkum sjálvum”, soleiðis segði Pernille Brandenborg í samrøðu við Portalin eftir dystin. Sveis var ikki nakað betri enn Føroyar, men okkara gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur, sum kostaðu dystin í síðsta enda. Liðið tóktist nerva í fyrra hálvleiki, og glið kom ikki av álvara á álopsspælið fyrr enn í seinna hálvleiki. Føroyaka verjan stóð tó væl saman við Anniku Fríðheim Petersen og Rakul Wardum, sum báðar stóðu á høgum støði ígjøgnum allan dystin og gjørdi, at munurin ikki var enn størri enn 13-7 í hálvleikinum.
Við støðuni 19-9 nakað inn í seinna hálvleik, tóktust okkara sleppa hondbremsuni, nú var einki at missa. 5-1 verjan við Janu frammi órógvaði sveisiska spælið og meira ferð kom á føroyska álopsspælið. Rakul Wardum kom inn í føroyska málið og hevði hon eina stórbjarging eftir aðra. Føroyar heintaðu inn, og tá tveir minuttir restaðu, var bert eitt mál á muni. Okkara satsaðu alt seinastu løtuna, men vóru hepni og marginalar vóru ikki við. Sveis vann 28-25.
Næsti dystur verður móti Kroatia sunnudagin kl. 14.30. Kroatia tapti fyrsta dystin, 34-26, fyri Danmark.
Dystargongdin:
5 minuttir: 1-0
10 minuttir: 4-2
15 minuttir: 6-2
20 minuttir: 8-3
25 minuttir: 10-5
30 minuttir: 13-7
35 minuttir: 17-9
40 minuttir: 19-12
45 minuttir: 21-13
50 minuttir: 23-17
55 minuttir: 24-21
60 min: 28-25
Føroyskir málskjúttaar:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 7 (2)
Lukka Arge (2)
Turið Arge Samuelsen 2 mál
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Bjarta Johansen 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Súna Krossteig Hansen 1
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen: 9/23 (39 %)
Rakul Wardum 8/20 (40 %)