Hetta upplýsa hernaðarmyndugleikarnir í Odessa í morgun.
- Tvey av teimum særdu vóru børn, trý og sjey ára gomul, sigur leiðarin fyri myndugleikarnar í býnum, Oleh Kiper.
Sambært Oleh Kiper rakti ein drona ovastu hæddina á einum íbúðarbygningi við 21 hæddum.
- Eldur kom í, og tá eldurin var sløktur, funnu sløkkiliðsfólk tey tvey deyðu, sum vóru eini hjún, sigur hann.
Borgarstjórin í Odessa, Hennadii Trukhanov, sigur, at fleiri spreingingar vóru at hoyra, og eldar vóru ymsastaðni í býnum.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.