Klokkan 16 í morgin spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í HM-endaspælinum í Póllandi.
Føroyar skulu spæla bronsudyst móti Svøríki í Katowice. Hjá Ísaki Vedelsbøl og Óla Mittún verður talan um viðleikarar úr Sävehof, og annars kenningar úr bestu svensku hondbóltsdeildini.
Bæði liðini taptu hálvfinalurnar aftaná longda leiktíð. Føroyar taptu 37-38 fyri Portugal, og Svøríki tapti 37-40 fyri Danmark. Tó tapti Svøríki aftaná eina ferð longda leiktíð, meðan Føroyar taptu aftaná tvær ferðir longda leiktíð.
Í millumumfarinum tapti Svøríki 29-31 fyri Portugal. Í fjórðingsfinaluna vann Svøríki 32-26 á Týsklandi.
Svøríki hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á HM-bronsudystin.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 3,05.
Miðaloddsini upp á svenskan sigur eru 1,53.
Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 9,47.
HER eru oddsini:
##med2##