Tvingaði sambúgvan at sova í hundabúri

- Málið kemur fyri í norsku rættarskipanini hin 25. februar næsta ár, og átta dagar eru settir av til rættarmálið, veit NRK at siga.

 

Ein maður í 30-árunum er ákærdur í Noregi fyri at vera farin illa við sínum sambúgva. 

 

Í tí eina førinum skal maðurin hava tvungið sambúgvan at sova í einum hundabúri og skriva eitt sjálvmorðsbræv.

 

Sambært ákæruni kom maðurin eisini við drápshóttanum móti kvinnuni, meðan hon var stongd inni í hundabúrinum.

 

Ringa viðferðin av kvinnuni skal vera farin fram í næstan hálvt annað ár - í árunum 2021 til 2023.

 

Í hesum tíðarskeiði hevur maðurin eisini framt valdsnýtslu og løstað sambúgvan við sløgum, sparki og kvørkrataki.

Avleiðingin av valdsnýtsluni endaði eitt nú við, at kvinnan breyt bæði nøs og rivjabein. Aftrat hesum hevur maðurin eisini framt frælsistøku móti kvinnuni í fleiri umførum.

 

Málið kemur fyri í rættarskipanini hin 25. februar næsta ár, og átta dagar eru settir av til rættarmálið.

 

Hetta veit NRK - norska kringvarpið - at siga í dag.