Fyrrverandi heimsmeistarin í tungvektsboksing, 58 ára gamli, Mike Tyson, kann nú rokna við at noyðast at gjalda meira enn 10 milliónir krónur eftir boksidystin móti 27 ára gamla, Jake Paul.
Eftir stórdystin í Texas, har 70.000 áskoðarar vóru til dystin, sum Mike Tyson tapti upp á stig, verður hann nú saksøktur fyri sáttmálabrot, og kravið er 1,6 milliónir dollarar, veit enska netsíðan talkSPORT at siga.
Sambært miðlinum er tað er kypriotiska felagið, Medier, sum vil vera við, at Mike Tyson breyt ein sáttmála við felagið fyri at kunna verða við í stórdystinum móti Jake Paul.
Málið er latið High Court í London, og í ákæruritinum verður sagt, at Mike Tyson endaði avtaluna við kyptiotiska felagið sama dag, sum kunngjørt varð, at hann skuldi møta Jake Paul í boksiringinum.
##med2##
Dysturin millum Mike Tyson og Jake Paul varð sendur beinleiðis á Netflix.
Hvørki Mike Tyson sjálvur ella felagið hjá honum hava higartil gjørt viðmerkingar til sakarmálið um sáttmálabrot.