Lutakast hevur verið í sambandi við EM-undankappingarnar í mars og apríl komandi ár. U17 genturnar møta Írlandi og Litava, meðan U19 genturnar komu í bólk saman við Estlandi, Kýpros og Moldova.
Í morgun hevur lutakast verið um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í mars og apríl mánað komandi ár.
U17 genturnar komu í bólk B5, og har skulu Føroyar møta Írlandi og Litava. Kappingin verður í Litava frá 12. til 15. mars. Fyri U17 genturnar er undankappingin í mars samstundis góð fyrireiking til EM-endaspælið, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.
Lutakastið hjá U19 gentunum háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu komu í bólk B2, og har skulu vit møta Estlandi, Kýpros og Moldova. Kappingin verður í Moldova í døgunum 1. til 7. apríl.