U19 EM: Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 15,13

Føroyska U19-landsliðið spælir móti Týsklandi klokkan 13.30

Klokkan 13.30 spælir føroyska U19-kvinnulandsliðið í hondbólti triðja og seinasta dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Montenegro.

 

Aftaná heiðurlig avrik í liviligum tapum fyri Spania og Rumenia skulu føroysku U19-kvinnurnar aftur royna at fáa eitt gott avrik móti Týsklandi.

 

Aftaná tvey umfør hava Spania og Týskland trý stig hvør. Rumenia hevur tvey stig, og Føroyar hava einki stig.

 

Týskland er risastórur favorittur hjá átta altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru heili 15,13.

 

Miðaloddsini upp á týskan sigur eru so lág sum 1,02.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##