U19 til Ungarn – U17 til Malta og Kosovo

U19-landsliðið og U17-landsliðið hjá dreingjum vita nú hvørjum teir skulu møta

Fyrrapartin hósdagin var lutakast um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum komandi ár - Mynd: UEFA.com

Frankaríki, Ungarn og Bulgaria verða mótstøðulondini hjá U19-landsliðnum, meðan U17 dreingirnir skulu møta Luksemborg, Bulgaria, Malta, Eysturríki, Írlandi og Kosovo. Fyrrapartin hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankappingum fyri U17- og U19-landsliðini við dreingjum.

 

Fyri U19-landsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 2, saman við Frankaríki, Ungarn og Bulgaria. Kappingin verður í Ungarn í døgunum 12. til 18. novembur.

 

Fyri U17 dreingirnar verður kappingin skipað nakað øðrvísi, samanborið við U19. Talan er um tvey umfør, tvær deildir (deild A og deild B), og tveir aldursbólkar (2008 og 2009).

 

Í kappingini í apríl mánað komandi ár, sum er fyri árgang 2008, eru Føroyar í bólki B5, saman við Luksemborg, Bulgaria og Malta. Spælt verður á Malta frá 8. til 17. apríl.

 

Í hesum sambandi er vert at nevna, at av tí at UEFA hevur broytt kappingarleistin hjá U17, verður úrslitið í bólkinum avgerandi fyri, hvørjari deild U19 dreingirnir skulu spæla í um hálvtannað ár. Vinna Føroyar bólkin, ella blíva nummar tvey, flytir U19 upp, og verða í deild A í 1. umfari í EM-undankappingini fyri U19 dreingir, sum verður í mars-apríl í 2026.

 

Fyri U17 dreingirnir, sum eru føddir í 2009, háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 6, saman við Eysturríki, Írlandi og Kosovo. Kappingin verður í Kosovo frá 8. til 14. oktober. Gerast Føroyar nummar 1 ella 2 í bólkinum, verða Føroyar at finna í deild A í umfari 2 fyri U17-landslið við dreingjum, sum verður í mars-apríl í 2026.

 

##med2##

 

Fyrrapartin hósdagin var lutakast um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum komandi ár - Mynd: UEFA.com

Til EM-undankappingina hjá U17 dreingjunum, sum verður í apríl komandi ár, komu Føroyar í bólk saman við Luksemborg, Bulgaria og Malta – Mynd: UEFA.com