U21 HM: Óli gjørdist MVP og toppskjútti

Leikarar hjá Danmark, Portugal, Egyptalandi og Svøríki manna hini plássini

Umframt at vinna eitt søguligt U21 HM-bronsuheiðursmerkið saman við sínum liðfeløgum, so fekk Óli Mittún tveir aðrar stórfingnar heiðrar.

 

Annan heiðurin syrgdi hann fyri sjálvur við at gerast toppskjútti í kappingini við 73 málum. Umframt at vera toppskjútti var Óli av altjóða hondbóltssambandinum valdur at vera MVP (mest virðismikli leikarin) í HM-endaspælinum í Póllandi. 

 

All Star-liðið:

 

Málverji: Diogo Rema Marques (Portugal)

Høgri vongur: Magnus Storgaard Pedersen (Danmark)

Høgri bakkur: Nikolaj Larsson (Danmark)

Miðbakkur: Axel Månsson (Svøríki)

Vinstri bakkur: Joao Lourenco (Portugal)

Vinstri vongur: Noah Martinsson (Svøríki)

Strikuspælari: Moaz Azab (Egyptaland)

 

Toppskjútti: Óli Mittún (FØROYAR) – 73 mál

MVP: Óli Mittún (FØROYAR)