Fríggjadagin klokkan 16 spælir føroyska U21-landsliðið næstseinasta dystin í hesari EM-undankappingini á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Portugal er fremst í bólkinum við 21 stigum. Grikkaland hevur 17 stig og Kroatia hevur 16 stig. Portugal kann við sigri á Føroyum staðfesta bólkasigurin í undanbólki G.
Føroyar eru nummar fýra í bólkinum við sjey stigum. Við sigrum á Portugal fríggjadagin og á Hvítarusslandi á Tórsvølli týsdagin 15. oktober klokkan 17 kann U21-landsliðið taka stigametið frá U21-landsliðnum í 2011, ið megnaði at vinna 11 stig. Við javnleiki móti Portugal og sigri á Hvítarusslandi javnar núverandi U21-landsliðið stigametið frá 2011.
Portugal vann 4-0 í heimadystinum móti Føroyum 21. mars í ár, og portugisar eru eisini risastórir favorittar at vinna dystin í Klaksvík.
Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru so høg sum 21,55.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott føroyskt úrslit eru 10,62.
Miðaloddsini upp á portugisiskan útisigur eru so lág sum 1,06.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##