Ukraina er ein stórur framleiðari og útflytari av korni og oljufræi.
Nú verður sagt, at landið er sinnað og er til reiðar at lata mat til Sýria, eftir at landsins forseti, Bashar al-Assads, fall.
Hetta upplýsir ukrainski landbúnaðarmálaráðharrin, Vitaliy Koval, sambært Reuters.
- Russiskar og sýriskar keldur hava áður upplýst, at veitingar úr Russlandi sum eitt nú hveiti, eru steðgaðar, tí ótryggleiki ræður um nýggja leiðslu landsins og gjaldsseinkingar.
Reuters veit at siga, at Sýria traditionelt hevur innflutt mat úr Russlandi undir leiðslu av Bashar al-Assads, forseta, sum nú er rikin frá valdinum og er flýddur til Russlands.