Ukraina: - Vit beindu fyri Igor Kirillov

Í morgun hevur ukrainska trygdartænastan váttað, at tað var hon, sum stóð aftanfyri álopið á generalin í einum serligum átaki

Nú váttar russiska løgreglan, at generalurin, Igor Kirillov, læt lív í einari spreinging í Moskva tíðliga í morgun.

 

Sum skilst, var tað ein bumba, sum var krógvað í einum el-rennihjóli, ið beindi fyri russiska generalinum.

 

Igor Kirillov hevur havt leiðsluna fyri eitt nú russisku kjarnorkuvápnunum, og hann hevur eisini havt leiðsluna fyri kemiskum og lívfrøðiligum vápnum hjá russiska herinum.

 

Seinni í morgun hevur ukrainska trygdartænastan váttað, at tað var hon, sum stóð aftanfyri álopið á generalin í einum serligum átaki.

 

Ein annar maður, sum var hjálparmaður hjá Igor Kirillov, læt eisini lív í álopinum, sum fór fram uttanfyri miðbýin í Moskva og bert einar sjey kilometrar úr Kreml.

 

Russiskir miðlar lýsa hendingina sum morð, vita útlendskir miðlar at siga í morgun.