USA: Fleiri hundrað norðurkoreanar deyðir í Kursk

Russiska Kursk-regiónin hevur mark til landnyrðingspartin av Ukraina, og her hava ukrainar síðan august havt eitt hernaðarligt átak í russiskum landaøki

Sambært amerikanskum hernaðartalsmanni eru fleiri hundrað norðurkoreanskir hermenn deyðir ella særdir í russiska Kursk-landslutinum.

 

Norðurkoreansku hermenninir eru falnir í bardøgum við ukrainskar herdeildir, sum seinastu mánaðirnar hava havt valdð í einum avmarkaðum øki í Russlandi.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at óheftar keldur hava ikki váttað hesi tíðindi.

 

Herfyri søgdu ukrainar, at í minsta lagi 30 norðurkoreanskir hermenn eru særdir ella deyðir í russisku marknaðregiónini, Kursk.

 

USA og Suðurkorea hava áður sagt, at Norðurkorea hevur sent fleiri enn 10.000 herfólk til russisku regiónina at hjálpa Russlandi.

 

Heldur ikki hesi tíðindi er váttað, hvørki av russiskum ella koreanskum myndugleikum, men tíðindini eru borin víða um heim.

 

Russiska Kursk-regiónin hevur mark til landnyrðingspartin av Ukraina, og her hava ukrainar síðan august havt eitt hernaðarligt átak.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/medvedev-lovar-hevnd

 

Áður hevur verið sagt, at landaøkið, sum ukrainski herurin her hevur tikið frá Russlandi, svarar til umleið støddina av Føroyum.