Útleigan av kajakkum við John’sa handil

Jan Haldansen í Vestmanna hevur stovnað fyritøkuna, Explore Vestmanna by nature.

 

Endamálið við nýggju fyritøkuni er at leiga út kajakkir og annað.

 

- Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum longu í vár, vita tey í Vestmanna kommunu at siga í dag.

 

Jan Haldansen sigur, at økið við John’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí her er sandur og lætt at koma í kajakkirnar.

 

- Her er heldur ikki so djúpt, so tey, sum skulu byrja at rógva í kajakk, trygt og gott kunnu læra seg inni í hylinum.

 

Vestmanna kommuna hevur gjørt tveir leigusáttmálar við Jan Haldansen á matr. nr. 187d.  

 

- Annar er ein leigusáttmáli um leigu av neysti í styttri tíðarskeið, so viksemið kann byrja. Hin er ein langtíðarsáttmáli um leigu av neystagrund til at byggja neyst á til nýggja virksemið.

 

Jan Haldansen sigur, at ætlanin er at byggja upp eina veiting til ferðafólk í miðstaðnum í Vestmanna og skapa lív aftur í økið, sum kann byggjast út so við og við.

 

- Vit vilja verða við til at skapa nakað annað her í økinum og ein møguleika fyri øll, sum búgva her og vitjandi.

 

Hann heldur, at nógvir ferðafólkamøguleikar eru í økinum, og er hetta ein nýggjur møguleiki - fyri øll, bæði bygdarfólk og vitjandi í Vestmanna.