Allan og Bjarni vunnu seg í steypafjórðingsfinalurnar

Føroyingarnir hjá Vali skoraðu sjey mál

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í íslendsku steypakappingini.

 

Mánakvøldið vann Valur á heimavølli á Hlíðarenda í Reykjavík 29-26 á Gróttu.

 

Tað stóð einki til í steðginum. Tá var Grótta á odda 17-13. Men við góðum avriki í seinna hálvleiki tryggjaðu valsmenn sær sigurin.

 

Allan skoraði fimm mál, og Bjarni skoraði tvey mál í dystinum.

 

Fríggjakvøldið klokkan 19.30 verður føroyingauppgerð á Hlíðarenda. Tá koma Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni á vitjan í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.