Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í Eskilstuna tapti Sävehof tepurt 30-31 fyri Guif. Tað gekk av skriðuni í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Guif á odda 20-13. Avrikið í seinna hálvleiki var munandi betri, men teir á føroyingaliðnum vóru eitt mál ov stuttir.
Óli var saman við Malte Celander toppskjótti hjá Sävehof. Teir skutu sjey mál hvør. Óli legði eisini upp til trý mál.
Sävehof er næstfremst í deildini við 17 stigum. Fremst er Ystad við 21 stigum.
Komandi mánakvøld klokkan 18 hevur Sävehof heimadyst móti Amo í Partille.