Landið Moldova fer í undantaksstøðu frá 16. desember, tí veitingarnar av russiskum gassi væntandi verða avbrotnar frá ársskiftinum.
Tað avgjørdi ein meiriluti í landsins tjóðartingi seint í gjárkvøldið.
Neyðtilbúgvingin verður sett í verk fyribils í 60 dagar.
Í tjóðartinginum í Moldova eru 101 limir. 56 av teimum atkvøddu fyri at fara í kreppuneyðtilbúgving.
Moldova fær í løtuni russiskt gass, sum fer gjøgnum Ukraina. Ukraina liggur millum Moldova og Russland.
Tað ber til hjá Moldova at taka ímóti russiskum gassi, tí Ukraina og russiska gassfelagið Gazprom hava áður skrivað undir sáttmála, sum tryggjar farleið gjøgnum Ukraina.
Ukraina hevur boðað frá, at tað fer ikki at leingja sáttmálan, sum gongur út 31. desember.
Sambært forsætisráðharranum í Moldova, Dorin Recean, er undantaksstøða lýst fyri at tryggja, at russiskt sinnaða loysingarøkið Transnistria fær ta gassveitingina, sum tí tørvar.
Neyðtilbúgvingin ger tað meira møguligt hjá moldovisku stjórnini at hava tamarhald á orkuútflutninginum.
Forsætisráðharrin í Moldova ákærir eisini Russland fyri tað, sum hann kallar "gass-snýt".
Rocean sigur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, "vil lata fólkið í Transnistria vera uttan gass og streym fyri at óstabilisera støðuna í Moldova".
Hann sigur eisini, at spurningurin um russiskt gass gjøgnum Ukraina er "ein kunstigur trupulleiki", og at gassið kundi verið flutt um aðrar leiðir.
Moldova fær á hvørjum ári umleið tvær milliardir rúmmetrar av gassi úr Russlandi. Síðani 2022 hevur avtalan millum Transnistria og stjórnina í Moldova verið, at alt móttikið russiskt gass skal brúkast í loysingarøkinum.
Í síðstu viku loysti Rocean orkumálaráðharran í landinum, leiðaran í almenna orkufelagnum, Energocom, og ein nevndarlim í gassveitaranum Moldovagaz úr starvi. Tað upplýsir miðilin Bloomberg.
Revean grundgav fyri uppsagnunum við at siga, at teir tríggir ikki høvdu tryggjað sær nøktandi orkuveitingar um veturin til kappingarførar prísir um summarið.
Ritzau/Reuters