Veðrið hevur verið vánaligt og lítið er komið burturúr

- Væntandi koma trý partrolarapør og trý garnaskip inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa, og tey fáa eisini nakað av hjáveiði.

 

- Veðrið hevur verið vánaligt, og tí er ikki komið nógv burturúr hjá skipunum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at trý partrolarapør koma inn at landa í næstu viku.

 

- Av djúpvatnstrolarunum er bara ein til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva, verður lagt aftrat.

 

Tað er eisini bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap í løtuni. Teir fiska havtasku.

 

Av garnaskipunum fiska tvey skip svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Garnaskipini hava smáligan fiskiskap, men øll skipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.