Tað hevur verið roknað við tí, men higartil hevur tað ikki verið váttað.
Men í kvøld upplýsir Tofta Ítróttarfelag, at Tórður Thomsen eisini í 2025 verður millum B68 stólparnar.
Síðsta kappingarár vardi Tórður Thomsen B68 málið í 25 av teimum 27 landskappingardystunum, og tá var hann millum bestu málverjarnar í bestu deildini, og tá átti hann heilt stóran lut í, at tað eydnaðist B68 at sleppa undan at flyta niður.
38 ára gamli Tórður Thomsen hevur sambært FaroeSoccer spælt fleiri enn 400 dystir á hægsta støði.
Í bestu landskappingini hevur hann spælt 371 dystir, í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 29 dystir, hann hevur spælt fýra stórsteypadystir, ein í Atlantic Cup, 13 dystir í Europa og tveir landsdystir ella tilsaman 420 dystir.
Í hesum umfarinum fer Tórður Thomsen nú undir triðja kappingarárið á Svangaskarði. Hann spældi eisini við B68 í 2006 og 2011. Annars hevur hann umboðað NSÍ, B36, HB, AB og ÍF.