Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm er einasta ósigraða liðið í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni, og er eisini oddalið við 20 stigum fyri átta dystir.
Í dag vann AIK á heimavølli á Strawberry leikvøllinum oddauppgerðina móti Mjällby. Tað var annars Mjällby, ið legði seg á odda longu í 10. minutti. 13 minuttir seinni javnaði Victor Andersson við einum góðum skoti frá brotsteigarmarkinum. Seinni hálvleikur var 16 minuttir gamal, tá Anton Jonsson Saletros úr stuttari frástøðu beindi bóltin í málið til 2-1 til AIK.
Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir AIK dyst á útivølli móti BK Häcken í Göteborg.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Mjällby 2-1 (1-1):
##med2##
i