VIDEO: Chelsea og Palmeiras vunnu seg í HM-fjórðingsfinalurnar

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Benfica-Chelsea 1-4 (1-1 - 0-0)

Chelsea hevur vunnið seg til fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.

 

Á Bank of America leikvøllinum í Charlotte í North Carolina vann Chelsea stórsigur 4-1 á Benfica. Tað var tó eftir longda leiktíð. Umdysturin var ikki nógv meir enn byrjaður, tá Gianluca Prestianni hjá Benfica fekk reyða kortið, og megnaði Chelsea at gagnnýta yvirtalsstøðuna.

 

Uppgerðin millum Chelsea og Benfica var avbrotin í 86. minutti, tá toran fór at ganga. Aftaná nakrar tímar var dysturin tikin uppaftur. 

 

Chelsea møtir í fjórðingsfinaluni brasilska liðnum, Palmeiras sum vann 1-0 á einum øðrum brasilskum liði, Botafogo aftaná longda leiktíð.

 

Benfica-Chelsea 1-4 (1-1 - 0-0) - Aftaná longda leiktíð 

0-1 Reece James ('64)

1-1 Angel Di María, br. ('95)

1-2 Christopher Nkunku ('108)

1-3 Pedro Neto ('115)

1-4 Kiernan Dewsbury-Hall ('117)

 

Palmeiras-Botafogo 1-0 (0-0 - 0-0) - Aftaná longda leiktíð

1-0 Paulinho ('100)

 

HM-fjórðingsfinalan millum Palmeiras og Chelsea verður leikt fríggjamorgunin klokkan tvey.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 4-1 sigrinum hjá Chelsea á Benfica:

 

##med2##