Víkingur er á Europaplássi

Toftamenn minkaðu um munin, og í síðstu løtu stórbjargaði landsliðsmálverjin í Víkinga málinum

Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið Víkingur og B68 í Sarpugerði og í skugganum av HM bronsudystinum í hondbólti hittust í oyggjauppgerð.

 

B68 hevði møguleika at taka seg uppaftur nærri fjórða plássi, men tað eydnaðist ikki.

 

Eftir málleysan fyrra hálvleik var tað Stefan Radosavljevic, sum 12 minuttir eftir steðgin legði heimaliðið á odda. Uppleggið átti Olaf Bárðarson, og hetta var onnur ferðin, at Stefan Radosvljevic var málskjútti, síðani hann í vár fór at spæla við Víkingi, har hann hevur vunnið alt størri leiklut.

 

Í 66. minutti økti Víkingur um leiðsluna til 2-0. Málskjútti við beinleiðis frísparki var Poul Kallsberg, sum er toppskjútti hjá Víkingi við seks málum.

 

B68 var á ongan hátt niðurspælt, og tá ið klokkan var farin um vanligu leiktíðina, eydnaðist tað at minka um munin til 2-1. Bárður Ólavsson Jensen átti innleggið, og tað var Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum við høvdinum setti bóltin í málið og fyri aðru ferð var málskjútti, síðani hann fór at spæla við B68.

 

Í síðstu sekundunum var um reppið, at B68 javnaði. Vongverjin í høgru Fríði í Túni Petersen royndi seg, men landsliðsmálverjin í málinum hjá Víkingi bjargaði meistarliga, og so vann Víkingur 2-1.

 

B68 málskjúttin harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna eitt stig, men tá ið hann tekur samanum kappingina higartil, so sigur hann seg vera hampiliga væl nøgdan:

 

-Í dag vóru vit væl við. Allir spælararnir hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt, og tað var sjáldan, at teir spældu seg til góðar møguleikar, men teir vístu, hvussu kyniskir teir eru, tá ið teir fáa møguleikan. Fyrsta málið hjá okkum var at sleppa undan hóttanini av niðurflyting, og fyribils hava vit rokkið tað málið. Nú droyma vit um toppfýra. Hetta úrslitið styrkti ikki um tann møguleikan, men vit hava gott treysti, sigur Jákup N. Vilhelmsen hjá B68 í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

-Tað bleiv ov spennandi at enda. Vit áttu at havt skorað fleiri mál, tí tað høvdu vit møguleikar til. Tíbetur eiga vit besta málverjan í landinum, og hann bjargaði okkum, tá ið vit ikki vóru savnaðir um uppgávuna. Hóskvøldið fáa vit vitjan av KÍ, sum ongan dyst hevur tapt, og tað gleða vit okkum til. Longu týskvøldið í aðru viku fara vit at spæla í Europa, so hetta er spennandi, sigur Poul Kallsberg hjá Víkingi.

 

Meðan B68 hevur 17 stig, so er Víkingur eftir 15. umfar á fjórða plássi við 24 stigum.

 

 

 

Víkingur – B68 2-1 (0-0)

 

1-0: Stefan Radosavljevic

 

2-0: Poul Kallsberg

 

2-1: Jákup N. Vilhelmsen

 

Dómari: Leivur Zachariassen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Stefan Radosavljevic, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Magnus Holm Jacobsen, Jákup N. Vilhelmsen – Tóki á Lógv, Hanus Højgaard, Djóni Samuelsen – Sebastian Lau Nielsen