Ukrainskur F-16 flogskipari læt lív í russiskum álopi

Hetta er triðju ferð, at Ukraina missir eitt F-16 flogfar, síðan landið fekk hesi flogfør fyri umleið einum ári síðan

Í nátt læt ein ukrainskur F-16 flogskipari lív undir einum ógvusligum russiskum dronu-og rakettálopi á Ukraina.

 

Sambært ukrainsku verjuni, náddi flogskiparin ikki at skjóta seg út úr flogfarinum.

 

Loftverjan í Ukraina sigur, at flogskiparin, sum læt lív, var 32 ára gamli, Maksym Ustymenko.

 

- Flogskiparin brúkti øll vápn, hann hevði í flogfarinum og skeyt sjey russisk mál niður. Tá hann skeyt eftir seinasta málinum, fekk flogfarið hjá honum skaða og byrjaði at missa hædd, sigur ukrainska loftverjan á Telegram. 

 

Lagt verður aftrat, at Maksym Ustymenko læt lív, tá flogfarið hjá honum datt niður. Sagt verður, at hetta er triðju ferð, at Ukraina missir eitt F-16 flogfar, síðan landið fekk hesi flogfør fyri umleið einum ári síðan.

 

- Arbeiðið hjá ukrainskum flogskiparum er serstakliga vandamikið, bæði tá lopið verður á mál á landi, og tá roynt verður at byrgja uppfyri loftálopum, sigur ukrainska verjan.

Ukrainskir myndugleikar siga eisini, at russisku álopini í nátt vóru tey harðastu higartil í krígnum, og ukrainska verjan skrásetti 477 dronur og 60 ymiskar rakettir.

 

##med2##

 

Verjan sigur, at tvær dronur og 21 rakettir, harav tíggju ballistiskar rakettir, megnaðu at sleppa ígjøgnum ukrainsku loftverjuna.

 

Russiska álopið í nátt var vent móti fleiri regiónum í Ukraina.

 

- Í Pollandi vórðu jagaraflogfør send á veingirnar, tí ukrainskar regiónir nærindis pólska markinum vórðu álopnar, eitt nú Lviv-regiónin, sum hevur mark til Póllands, veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.

 

 

 

 

 

32 ára gamli, Maksym Ustymenko