Petur hevur selt 5.000 kilometrar av pylsu

Fríggjadagin hevði Petur Hermansen seinasta arbeiðsdag í fyritøkuni P/F Poul Michelsen, har hann hevur starvast í samfull fimmti ár

Petur Hermansen var fimti maður í fyritøkuni, sum Poul Michelsen stovnaði í 1974, og sum tá helt til í kjallaranum í húsunum hjá Sólrun og Poul Michelsen í Gundadali í Havn.

 

– Vit vóru sum ein stór familja, sigur Petur Hermansen í samrøðu við Sosiain um lítla arbeiðsplássið, sum tá var, í nýggju fyritøkuni hjá Poul Michelsen.

 

– Eg minnist eisini væl, at fyrsta lønin eg fekk var 6.000 krónur. Men vit fingu mangan nógv meira enn tað, tí tað vóru langir arbeiðsdagar og nógv yvirtíð – og Poul var ongantíð seinur at geva okkum tað, sum vit áttu.

 

Petur byrjaði í fyritøkuni í 1975, tá fyrtøkan var um ársgomul.

 

– Tá starvaðust afturat Sólrun og mær Anfinn Norðfoss og Hans hjá Talis í fyritøkuni. Petur kom sum fimti maður, sigur Poul Michelsen, í samrøðuni teir báðar í Sosialinum. Teir báðir hava starvast saman í eina heila øld til samans hendan dagin, Sosialurin hitti teir í Miðlahúsinum til eitt prát.

 

Í kjallaranum í Gundadali var bæði goymsla og kóntór. Kaffistovan var uppiá í køkinum hjá Sólrun og Poul.

 

– Tað var sum at hava tvær familjur, tí vit voru só nógv saman við familjuni hjá Poul. Og skuldi Sólrun eitt ørindi í býin at keypa okkurt, so vóru vit barnagentur ta løtuna, og tað var virkuliga stuttligt, greiðir Petur frá.

 

Poul Michelsen er errin og kensluborin, nú trúgvi starvsfelagi hansara, Petur Hermansen, gevst í 51 ára gomlu fyritøkuni eftir at hava starvast har í 50 ár.

 

– Vit hava samstarvað í tilsamans 100 ár. Eg havi verið sera glaður fyri at hava teg her, sigur Poul Michelsen at enda við Petur Hermansen, sum í dag hevur sín seinasta arbeiðsdag í fyritøkuni Poul Michelsen.

 

Lesið drúgvu samrøðuna við teir báðar í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##