VIDEO: Bayern München vann seg víðari til HM-fjórðingsfinalurnar

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Flamengo-Bayern München 2-4 (1-3)

Mynd: Ritzau Scanpix

Týska stórliðið, Bayern München hevur vunnið seg til áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA. 

 

Frammanfyri einum næstan fullsettum Hard Rock leikvølli í Miami eydnaðist tað Bayern München at vinna 4-2 á brasilska liðnum, Flamengo. Bayern München legði seg á odda bæði 2-0 og 3-1. Báðu ferðirnar eydnaðist tað Flamengo at svara aftur. Men tá Harry Kane við seinna málinum skoraði til 4-2 megnaði Flamengo ikki at svara aftur.

 

Flamengo-Bayern München 2-4 (1-3)

0-1 sjálvmál ('6 )

0-2 Harry Kane ('9 )

1-2 Gerson ('33 )

1-3 Leon Goretzka ('41 )

2-3 Jorginho, br. ('55 )

2-4 Harry Kane ('73 )

 

Í fjórðingsfinaluni, ið verður leikt leygardagin klokkan 17 møtir Bayern München verandi Champions League vinnarunum, Paris Saint Germain.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Flamengo og Bayern München:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix