Tíðindaskriv:
Við úrslitunum hjá Georgia higartil í kappingini, har Georgia hevur tapt allar dystirnar, m.a. fyri Íslandi, sum Føroyar høvdu vunnið á, vóru vónirnar hjá føroyska flogbóltslandsliðnum við monnum fyri sigri serstakliga bjartar í síðsta dystinum í Silvurliguni í ár.
Tó gekst ikki eftir ætlan fyrstu løtuna í fyrsta setti, har Georgia legði seg á odda 12-8. Men við fimm stigum á rað fóru Føroyar framum 15-13, og við at vinna átta av níggju bóltum løgdu Føroyar seg á odda 23-15, og so var settið komið undir land. Settið vunnu Føroyar 25-18, tá ið servan hjá Georgia brast í netið.
Í øðrum setti fingu Føroyar ein rættiligan hvøkk, tá ið Georgia gjørdi eitt skarvslop við sjey stigum á rað og fóru framum 14-5. Føroyar komu smátt um smátt fyri seg aftur og minkaðu um munin niður í 19-22, men komu tó ikki nærri og taptu 25-21.
Føroyar komu skjótt yvir hvøkkin og vóru fyri tað mesta frammanfyri eitt, tvey og trý stig. men Georgia javnaði tó til 18-18. Eftir at Georgia seinni í settinum aftur hevði minkað um munin til 22-23, vunnu Føroyar settið 25-22 við smassjum frá Bjarna Joensen og Filip Ilic.
Sigurin sá út til at vera komin í hús, tá ið Føroyar løgdu seg á odda 17-10 í fjórða setti, men Georgia gjørdi ein vørr og bardi seg upp á 15-17, áðrenn Føroyar spentu í aftur og vunnu settið 25-18.
Við sigrinum fóru Føroyar fram um Ísland, sum var á sætta plássi.
Toppskorari hjá Føroyum í dag var Bjarni Joensen við 18 stigum. Yngri bróðurin Hjørtur fekk 15. Yngri Elisson Wang bróðurin, Jákup Árni, hevði fýra vinnarablokkar.
Endaliga støðan í Silvurliguni hjá monnum gjørdist henda:
1. Svøríki
2. Ungarn
3. Luksemborg
4. Eysturríki
5. Aserbadjan
6. Føroyar
7. Ísland
8. Georgia
Nr. 1 og 2, Svøríki og Ungarn, skulu tí spæla finalu heima og úti um rættin at flyta upp í Gullliguna.
--------------
Mynd: CEV