Svøríki sleppur at spæla um fimta plássið í EM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.
Í kvøld vann Svøríki í EM-millumbólki 1 í Debrechen í Ungarn ein tepran 25-24 sigur á Montenegro. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14
Nathalie Hagman var toppskjútti hjá Svøríki við seks málum. Đurđina Jauković skoraði níggju mál fyri Montenegro.
Sigurin merkir, at Svøríki sleppur at spæla um fimta plássið fríggjadagin. Tann dysturin verður antin móti Danmark ella Niðurlondum.
Fyrr í dag vann Frakland 30-27 (13-13) á Ungarn í EM-millumbólki 1, og Pólland vann 29-24 (10-11) á Rumenia.
Frakland vinnur bólkin við 10 stigum, og Ungarn er nummar tvey við átta stigum. Svøríki og Montenegro hava fýra stig hvør, men Svøríki er betri innanhýsis. Pólland og Rumenia endaði bæði á tveimum stigum hvør.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum millum Svøríki og Montenegro:
##med2##